Uttanlandsnevndarlimur: Hetta er surrealistiskt

Uttanlandsnevndarlimur: Hetta er surrealistiskt
Liljan Weihe, limur í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum, sat til borðs við Høgna Hoydal og Lars Løkke Rasmussen, tá hendingarnar í Hvítu Húsunum fóru fram
Mynd: Bjarn Árting Rubeksen  
 
28.02.2025 - 22:56

Lars Løkke Rasmussen vitjar í Føroyum sum uttanríkisráðharri og var í kvøld til døgurða saman við uttanlandsnevndini og Høgna Hoydal, landsstýrismanni í uttanríkismálum.

Ein av nevndarlimunum í uttanlandsnevndini er Liljan Weihe úr Tjóðveldi. Hon skrivar soleiðis á Facebook um hendingarnar í kvøld: 

"Tað var púra surrealistiskt og samstundis so hóskandi at sita til borðs saman við landsstýrismanninum í uttanríkismálum, Høgna Hoydal, uttanríkisráðharranum, Lars Løkke Rasmussen, limum í uttanlandsnevndini og embætisfólkum úr londunum báðum í kvøld. Øll líka skelkað.

Prátið snúði seg sjálvsagt um ræðandi og ófólkaliga atburðin hjá amerikanska forsetanum og varaforsetanum nú Zelenskyj vitjaði Hvítu húsini í dag.

Amerikanski forsetin og varaforsetin lupu á ukrainska forsetan, Zelenskyj, í beinleiðis sjónvarpi. Niðurgjørdu og skeldaðu mannin, sum í trý ár hevur stríðst fyri frælsi, friði og fólkaræði - ikki bara í Ukraina, men øllum vesturheiminum.

Heimurin er broyttur. Vit mugu læra at navigera í hesum broytta heimi, nú vanligt diplomati er koyrt til viks fyri bølla-metodur, lygnir og beinleiðis ákærandi álopum.

Vit mugu standa saman í Europa. Og standa saman við og stuðla Ukraina við øllum vit eru ment."

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. juli
Morgunlesturin hósdagur 10.juli 2025
194082
Mikudag 9. juli
Morgunlestur mikudagur 9.juli 2025
194081
Týsdag 8. juli
Morgunlestur týsdagur 8.juli 2025
194080
Mánadag 7. juli
Poppverturin
194151
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
194245
Týsdag 8. juli
Veðrið
194213
Leygardag 5. juli
Video: 6mf menn
194076