ES: Frælsi heimurin hevur brúk fyri nýggjum leiðara

ES: Frælsi heimurin hevur brúk fyri nýggjum leiðara
Í dag gjørdist greitt, at frælsi heimurin hevur brúk fyri nýggjum leiðara. Tað eru boðini frá Kaja Kallas, uttanríkispolitiskum stjóra ES, eftir hendingarnar í Hvítu Húsunum
Kaja Kallas, uttanríkisleiðari hjá ES
Mynd: Ting Shen/AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.02.2025 - 20:42

Forsetin í USA hevur síðani seinna heimsbardaga verið kallaður "leiðarin av frælsa heiminum". Men soleiðis skal ikki vera longur, stendur tað til Kaja Kallas, sum uttanríkispolitiskur leiðari hjá ES.

"Í dag gjørdist greitt, at frælsi heimurin hevur brúk fyri einum nýggjum leiðara. Tað er upp til okkum evropearar at taka ímóti hesi avbjóðing", skrivar Kaja Kallas á miðlinum X.

Hetta hendir eftir, at amerikanski forsetin, Donald Trump, og varaforsetin, J.D. Vance, niðurgjørdu Volodomyr Zelenskiy í Hvítu Húsunum fyrr í kvøld.

Kaja Kallas er fyrrverandi forsætisráðharri í Estlandi.

Tit eru ikki einsamøll
Eisini Ursula von der Leyen, forkvinna í ES-nevndini, stuðlar ukrainska forsetanum á X. Hon skrivar millum annað, at ES fer at halda á at stuðla Ukraina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. februar
RagnarRokk 12.februar 2026
203383
Hósdag 12. februar
Kvørnin: "Monochrome", Gunnva
204144
Hósdag 12. februar
Nýtt ljóð
204140
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. februar
Hoydalar: Eyðun Nolsøe
204061
Hósdag 12. februar
Anna Lovisa: Hvitar flykrur
204114
Hósdag 12. februar
Sophilia: Á um vit
204115
Hósdag 12. februar
Emma: Mítt land
204116
Hósdag 12. februar
Bjarki: So nógvar røddir
204117