Bussur feyk í Kollafjarðardali

Bussur feyk í Kollafjarðardali
Bussførarin, sum var einsamallur í bussinum, var fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar
Óhappið hendi 400 metrar norðan fyri omankoyringina til Búnaðarstovuna. (Savnsmynd)
Mynd: Birgir Waag Høgnesen  
 
24.02.2025 - 08:37

Ein bussur feyk av vegnum og koppaði í Kollafjarðardali tíðliga í morgun.

Bussførarin var einsamallur í bussinum, sum ikki var byrjaður at koyra eftir ferðaætlanini.

Bussførarin var fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Óhappið hendi 400 metrar norðan fyri omankoyringina til Búnaðarstovuna.

Bussurin var á veg suðureftir.

Politiið sigur, at so nógvur vindur var í Kollafjarðardali í morgun, at ringt var hjá teimum at arbeiða á óhappsstaðnum.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 11. juni
Morgunlestur hósdagur 11.juni 2026
209283
Mikudag 10. juni
Skratsj 10. juni 2026
209530
Mikudag 10. juni
Morgunlestur mikudagur 10.juni 2026
209282
Týsdag 9. juni
Morgunlestur týsdagur 9.juni 2026
209281
Nýggjastu sendingar í SV