Nations League: Føroysku kvinnurnar greitt við undirlutan

Nations League: Føroysku kvinnurnar greitt við undirlutan
Slovakia vísti seg at vera eitt nummar sterkari enn Føroyar, og heimaliðið vann eisini tryggan 3-0 sigur í Trnava
Ásla Johannesen og hinar á føroyska fótbóltslandsliðnum taptu 3-0 fyri Slovakia í Nations League
 
21.02.2025 - 20:03

Føroysku kvinnurnar taptu 3-0 á Slovakia í fyrsta dystinum í nýggju Nations League-kappingini. 

Patrícia Hmírová og Tamara Morávková góvu Slovakia eina 2-0 leiðslu í fyrra hálvleiki, og eftir steðgin økti Klaudia Fabová til 3-0.

Slovakia er meir enn 50 pláss omanfyri Føroyar í FIFA-styrkislistanum, og tað sást eisini á vøllinum, har heimaliðið hevði tamarhald á mestsum alla tíðina.

Føroysku spælararnir stóðu toluliga væl í verjustøðu, og serliga Birita Ryan og málverjin, Óluva Allansdóttir Joensen, kunnu vera væl nøgdar við avrikið.

Spælið við bóltinum riggaði sjáldan, og sjálvt tá onkur møguleiki stakk seg upp, eydnaðist illa at fáa glið á í spælinum fram eftir vøllinum.

Tað verður vónandi betri, tá Føroyar skulu royna seg ímóti Gibraltar týsdagin. 

 

Štadión Antona Malatinského (Nations League, 1. umfar)

Slovakia - Føroyar, 3-0 (2-0)
1-0 Patrícia Hmírová, 20 min.
2-0 Tamara Morávková, 29 min.
3-0 Klaudia Fabová, 60 min.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835