Fótbóltskvinnurnar undir nýggja Nations League-kapping

Fótbóltskvinnurnar undir nýggja Nations League-kapping
Bestu føroysku fótbóltskvinnurnar fara undir nýggja Nations League-kapping, tá Slovakia tekur ímóti á Antona Malatinskeho Stadion í Trnava í morgin. KvF stroymir dystin á kvf.
Føroyingarnir fegnast eftir sigur á Andorra í undankappingardysti á Tórsvølli í fjør
Mynd: Bjarni Enghamar / FSF  
 
20.02.2025 - 14:38

Føroyska A-landsliðið við kvinnum fer undir nýggja Nations League-kapping, tá Slovakia tekur ímóti á Antona Malatinskeho Stadion í Trnava í annaðkvøld.

Týskvøldið er annar dysturin á Europa Point Stadion ímóti Gibraltar. Moldova er triðja mótstøðuliðið í bólki C1.

Á nýggjasta styrkislistanum hjá FIFA er Slovakia nummar 49 í heiminum, Føroyar eru nummar 110, Moldova nummar 131, meðan Gibraltar í løtuni er á 185. plássi, skrivar Fótbóltssamband Føroya.

Tað er Pætur Smith Clementsen, ið stendur á odda fyri føroysku kvinnunum í løtuni, eftir at Signe Pries Andersen segði upp í fjør. Sum skilst byrjar tilgongdin at finna nýggja høvuðsvenjara skjótt.

Fyrrverandi landsliðsspælarin, Jacoba Langgaard, er sett í fulltíðarstarv sum hjálparvenjari.  

Kringvarpið stroymir dystirnar ímóti Slovakia og Gibraltar. Dysturin móti Slovakia byrjar klokkan 18.00 í annaðkvøld.

 

Føroyski hópurin

Gunnvá Lützen, HB
Rúna Jacobsen, HB
Fridrikka Maria Klementsen, HB
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Birita Ryan, KÍ
Durita Hummeland, KÍ
Eyðvør Klakstein, KÍ
Malena Olsen, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Sanna Svarvadal, KÍ
Jancy Mohr, KÍ
Julia Naomi Mortensen, NSÍ
Sara Samson Lamhauge, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Tórolvsdóttir, Víkingur
Anna Katrina Mikkelsen, Víkingur
Rakul Sørensen, Víkingur
Ásla Johannesen, Piteå IF (Svøríki)
Anna Carolina Brændstrup, HB Køge (Danmark)
Petra Sigvør Snedker Hoydal, AaB (Danmark)

 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 19. apríl
Jambalaja - 190425
190869
Leygardag 19. apríl
Upp á tá - 180425
190863
Leygardag 19. apríl
Morgunlestur leygardagur 19.apríl 2025
190559
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859
Fríggjadag 18. apríl
Eftir Vørðunum
190772
Fríggjadag 18. apríl
Guðstænasta úr Kvívíkar kirkju
190856
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835