Reyði Krossur letur upp í Klaksvík

Reyði Krossur letur upp í Klaksvík
Umframt at vera ein endurnýtsluhandil, skal hetta eisini vera eitt stað fyri felagsskap og samveru
 
17.02.2025 - 18:40

Í morgin letur Reyði Krossur upp í gamla Dávavirkinum í Klaksvík.

Í tíðindaskrivi sigur Reyði Krossur, at hetta merkir, at virsemið, sum hjálparfelagsskapurin Reyði Krossur byggir á frameftir fær virkað í nógv størri mun enn áður í Norðoyggjum.

- Ætlanin er, at hetta skal vera ein kraftdepil fyri Reyða Kross Føroya, sigur Jóannes Eidesgaard, nevndarformaður.

Talan verður um ein endurnýtsluhandil, sum letur upp í gamla Dávavirkinum, men Reyði Krossur ætlar, at hetta eisini skal vera eitt stað fyri felagsskap og samveru.

Anna Maria Joensen, virksemisleiðari, sigur, at umframt vælgerandi arbeiðið, sum fer at vera í Reyðakrossbúðini, skapar Klaksvíkin við hesum eitt samband við altjóða Reyða Kross og hjálpararbeiðið, sum verður gjørt úti í heimi.

Í sambandi við, at nýggi handilin hjá Reyða Krossi letur upp, verður hátíðarhald frá klokkan 16 til 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238