John Eystberg bjóðar av

John Eystberg bjóðar av
Forsetavalið í FSF fer at standa millum Christian Andreasen og John Eystberg
John Eystberg stillar upp ímóti sitandi forsetanum, Christiani Andreasen.
Mynd: HB.fo  
 
17.02.2025 - 15:14

John Eystberg stillar upp til forsetavalið í Fótbóltssambandinum á aðalfundinum, sum verður 8. mars.

Sostatt fer valið at standa millum Christian Andreasen, sum hevur sitið sum forseti síðan 2010, og John Eystberg, sum ikki hevur verið í nevndini fyrr.

Fýra fólk stilla upp til teir tríggjar starvsnevndarsessirnar, sum standa fyri vali hesaferð.

Nýggj valevni eru Sólrun H. Sørensen úr Húsavík og Jóannes Prestá, sum í løtuni er formaður í Skála Ítróttafelag. Hini bæði valevnini eru Fríðin Ziskason og Róin Schrøder, sum eisini sita í nevndini nú.

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum klokkan 18.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238