Danmark brúkar 50 milliardir til verju

Danmark brúkar 50 milliardir til verju
Danska stjórnin fer eftir øllum at døma mikudagin at kunngera ein serligan nýggjan verjugrunn við 50 milliardum krónum í. Hetta veit DR at siga frá keldum
Verjan hjá Danmark skal dagførast beinan vegin við 50 milliardum krónum
 
17.02.2025 - 18:53

Orsøkin til grunnin er ótti fyri einum møguligum evropiskum stórkríggi og útlitini fyri, at NATO gerst veikari.

Sambært keldunum hjá DR, verður hesin serligi grunnur nevndur "accelerationsfonden", og skal hann fáa sett ferð á vejuna av Danmark, nú tíðirnar eru vorðnar ótryggar.

Danski verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen hevur í grein í Jyllands Posten mánadagin váttað, at neyðugt er, at Danmark í skundi styrkir sína verju, og at tey tí, fyri at arbeiða skjótt, fara at keypa útgerð uttan um vanligu reglurnar hjá ES um útboð.

Sambært keldunum hjá DR, so fer danski staturin at brúka 25 milliardir krónur úr nýggja grunninum í ár og 25 milliardir næsta ár. Millum annað skal loftverjuútgerð keypast, sum Danmark als ikki hevur í løtuni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238