Bretland fer at senda herdeildir til Ukraina

Bretland fer at senda herdeildir til Ukraina
Deildirnar skulu tryggja, at ein friðaravtala verður hildin, sigur bretski forsætisráðharrin
Bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer.
 
17.02.2025 - 08:40

Í dag fer bretski forsætisráðharrin, Keir Starmer, at kunngera, at hann er til reiðar at senda deildir til Ukraina, skrivar The Telegraph.

Deildirnar skulu tryggja, at ein friðaravtala verður hildin, sigur hann.

- At hjálpa til at veita Ukraina trygd, er eisini at hjálpa til at veita okkara landi og heimsparti trygd, sigur forsætisráðharrin, sum er úr bretska Arbeiðaraflokkinum.

Avgerðin um at senda bretsk herfólk til Ukraina hevur ikki verið einføld, sigur Starmer við blaðið.

Samstundis er hann tilvitaður um, at eingin onnur loysn er fyri tað, sum hann lýsir sum eina risastóra ábyrgd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238