Íslendskir bankar leggja saman

Íslendskir bankar leggja saman
Tríggir stórir bankar eru í Íslandi, men gongur sum ætlað, verða teir bara tveir
Landsbankinn er størsti banki í Íslandi í dag - men hann verður yvirhálaður við samanlegginini
 
15.02.2025 - 12:39

Triðstørsti banki í Íslandi, Arion Banki, vísir nú almennan áhuga fyri at leggja saman við Íslandsbankan, sum er næststørsti banki í Íslandi.

Í hesum sambandi hevur Arion Banki sent nevndarformanninum og stjóranum í Íslandsbankanum bræv um eina møguliga samanlegging, eins og keypsskálin hevur fingið fráboðan um ætlanirnar. Í fráboðanini til keypsskálan verður sagt, at Arion banki við eini samanlegging av báðum bankunum sær stórar møguleikar fyri viðskiftafólk, partaeigarar og íslendska búskapin.

Sambært íslendska kringvarpinum RÚV sigur leiðslan í Arion Banka, at ein samanlegging yvir tey komandi tíggju árini kann spara íslendskum húsarhaldum 50 milliardir íslendskar krónur - tað eru góðar 2,5 milliardir krónur í okkara pengum.

Bankin sigur í fráboðan, at hóast íslendsku bankarnir seinastu árini hava gjørt nógv fyri at minka um útreiðslurnar, so eru útreiðslurnar til fíggjarskipanina í Íslandi framvegis lutfalsliga stórar í mun til onnur lond.

Ein grund til hetta er, at tríggir teir størstu bankarnir í Íslandi - teir eru Landsbankin, Íslandsbankin og Arion Banki - allir verða roknaðir at hava so stóran samfelagsligan týdning, at teir eru at rokna sum SIFI-bankar. Tað merkir, at teir mugu halda seg til ávísar ES-reglur fyri peningastovnar - reglur, sum eru gjørdar til nógv størri peningastovnar í nógv størri búskaparrenslum enn íslendsku bankarnir, og tað tyngir raksturin av bankunum.

Teir tríggir stóru bankarnir í Íslandi eru allir nøkulunda javnt stórir. Tann størsti, sum er Landsbankin, hevur góð 36 prosent av marknaðinum. Íslandsbankin hevur 29 prosent og Arion Banki 28 prosent. Sostatt hevði ein samanlegging millum hesar báðar síðstnevndu merkt, at talan bleiv um nógv størsta banka í Íslandi.

Morgunblaðið skrivar, at um samanleggingin verður til nakað, fer íslendski staturin at eiga meir enn 20 prosent av samanlagda bankanum.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Morgunlestur leygardagur 15. mars 2025
188902
Fríggjadag 14. mars
Vikuskiftið 14. februar 2025
189224
Fríggjadag 14. mars
RagnarRokk: Simon Michael um Post Mortem
189180
Fríggjadag 14. mars
Breddin: Grønlendsk valbumba
189178
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119