Miðlastjóri: Stóri útlendski áhugin ger valstríðið í Grønlandi einsháttað

Miðlastjóri: Stóri útlendski áhugin ger valstríðið í Grønlandi einsháttað
Grønlendskir miðlar eru ov veikir at seta aðra dagsskrá, sigur Masaana Egede, ábyrgdarblaðstjóri í grønlendska miðlahúsinum Sermitsiaq
Masaana Egede er ábyrgdarblaðstjóri í grønlendska miðlahúsinum Sermitsiaq.
 
14.02.2025 - 18:02

Útlendski áhugin og útlendski fjølmiðlaumrøðan av Grønlandi hava við sær, at valstríðið verður einsháttað, og snýr seg so at siga ikki um viðurskiftini hjá vanliga borgaranum. 

Grønlendskir miðlar eru ov veikir til at seta aðra dagsskrá, sigur Masaana Egede, ábyrgdarblaðstjóri í grønlendska miðlahúsinum Sermitsiaq.

Heimsins eygu eru vend ímóti Grønlandi í einum tíðarskeiði, har USA vil hava fatur á Grønlandi, og har partar av Grønlandi eru í stríði við Danmark um fullveldi.

Avleiðingin er eisini, at vanlig og týdningarmikil viðurskifti fyri livikorini hjá veljarunum verða skúgvað afturum í valstríðnum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:

 

14022025_Masa_um_gronlendskt_valstrid

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. februar
Borgarafundur um suðuroyartunnilin
204348
Týsdag 17. februar
RagnarRokk: René Berthiaume um Equinox
204332
Týsdag 17. februar
Morgunlestur týsdagur 17.februar 2026
204088
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279