Prísirnir hækka áðrenn vøran kemur til Føroya

Prísirnir hækka áðrenn vøran kemur til Føroya
Ongar greiðar ábendingar eru um, at føroyskar smásølur og heilsølur hava gjørt sær dælt av teimum stóru príshækkingunum, sum hava verið á matvørum
Matvøruhandlar gera sær ikki dælt av prísvøkstri, sigur Kappingareftirlitið.
 
13.02.2025 - 05:47

Ongar greiðar ábendingar eru um, at føroyskar smásølur og heilsølur hava gjørt sær dælt av teimum stóru príshækkingunum, sum hava verið á matvørum.

Tað sigur Kappingareftirlitið, sum ger stóra kanning um húsarhaldsvørur.

Prísvøkstur er kannaður í teimum londum, haðani vørurnar koma til Føroyum.

Staðfest er, at prísvøksturin hevur verið umleið tann sami ella størri enn í Føroyum í hesum londunum.

Tí heldur Kappingareftirlitið, at ábendingar eru um, at bróðurparturin av prísvøkstrinum verður lagdur á vøruna, áðrenn hon kemur til Føroya.

Kappingareftirlitið vísir eisini á, at vøksturin í tøku inntøkuni hjá føroyingum hevur verið størri enn príshækkingarnar á matvørum síðani 2009.

Men seinastu trý árini hava príshækkingarnar tikið stóran part av hesum inntøkuvøkstrinum aftur.

Hagtølini vísa eisini, at nýtslumynstrið hjá føroyingum er broytt seinastu árini. 

Fólk eru farin at keypa størri mongdir, dýrari góðsku ella eitt bland av báðum. 

Hetta mynstrið vant upp á seg í 2015 og minkaði so aftur í 2022.

Men framvegis er nýtslumynstrið ikki tað, sum tað var fyri 2015.

Les meira her.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161