Landsliðsvenjarin kunngjørdur í morgin

Landsliðsvenjarin kunngjørdur í morgin
Fyrrapartin í morgin verður tíðindafundur hjá Fótbóltssambandi Føroya, har FSF-forsetin, Christian Andreasen, fer at kunngera nýggja landsliðsvenjaran hjá manslandsliðnum
Sambært fleiri miðlum verður Eyðun Klakstein kunngjørdur sum landsliðsvenjari í morgin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.02.2025 - 15:41

Fyrrapartin í morgin fer Fótbóltssamband Føroya at kunngera, hvør verður landsliðsvenjari hjá A-landsliðnum við monnum næstu árini.

FSF hevur boðið til tíðindafund klokkan 11.00. 

In.fo skrivar í dag, at komið er á mál við sonevndu føroysku loysnini. Eyðun Klakstein verður høvuðsvenjari og Atli Gregersen hjálparvenjari. Teir báðir stóðu á odda fyri tveimum teimum seinastu dystunum hjá føroysku monnunum í fjør. Føroyar vunnu á Armenia í tí fyrra.

Ivi hevur verið um støðuna hjá Atla Gregersen, sum framvegis spælir við besta liðnum hjá Víkingi. Føroyskir miðlar hava skrivað, at tað var ein møguligur snávingarsteinur, men nú bendir nógv á, at ein loysn er funnin.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. februar
Mono - 110226
204074
Mikudag 11. februar
Eitt korter við klassiskum
204060
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896