Kyndil heimavøll í báðum hálvfinalunum í kvøld

Kyndil heimavøll í báðum hálvfinalunum í kvøld
Bæði liðini hjá Kyndli eru favorittar, tá tey taka ímóti Stjørnuni og VÍF í fyrru hálvfinalunum í steypakappingini í kvøld. Kyndil - VÍF kann stroymast á kvf.fo klokkan 20.00
 
13.02.2025 - 17:01

Bæði kvinnurnar og menninir hjá Kyndli eru favorittar undan fyrru hálvfinalunum í steypakappingini í kvøld.

Kvinnurnar, sum eru suverent oddalið í landskappingini, fáa vitjan av Stjørnuni, og tey fægstu munnu geva klaksvíkingum stórvegis møguleika at vinna á teimum grønu yvir tveir dystir.

Størri óvissa knýtir seg at mansdystinum, men um metast skal útfrá gongdini hjá liðunum í seinastuni, er ein sigur til havnarliðið sannlíkari. Kyndil hevur vunnið sær ein trygga leiðslu í landskappingini, meðan VÍF stríðist við at finna formin.

Kringvarpið stroymir dystin millum Kyndil og VÍF á kvf.fo klokkan 20.00. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238