Koyrdi inn í mótmælisgongu í München

Koyrdi inn í mótmælisgongu í München
28 fólk hava fingið álvarsligan skaða, og summi eru í lívsvanda
Hetta er bilurin, sum koyrdi inn í mannamúgvuna í München. Ein 24 ára gamal maður úr Afganistan er tikin í málinum.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
13.02.2025 - 13:37

Týska løgreglan váttar, at 28 fólk hava fingið álvarsligan skaða, eftir at ein bilur koyrdi inn í fólk, sum gingu mótmælisgongu í München í dag. 

Sambært sløkkiliðnum í býnum, eru summi í lívsvanda eftir hendingina.

Sambært løgregluni koyrdi bilurin inn í mótmælisgonguna, har fráboðað var, at meira enn 2.500 fólk eftir ætlan fóru at vera við. Hetta eru limir í arbeiðarafelagsskapinum Verdi.

Eitt vitni sigur, sambært miðlinum BR24, at tað sá út, sum koyrdi bilurin inn í mannamúgvuna við vilja.

Varaovastin í týsku løgregluni segði á tíðindafundi um middagsleitið, at ein 24 ára gamal maður úr Afganistan, sum hevur biðið um friðskjól í Týsklandi, er handtikin. Løgreglan læt eitt skot av í sambandi við hendingina.

Innanríkisráðharrin í Bayern, Jóachim Herrmann, sigur, at talan er um ein gerningsmann, sum frammanundan er dømdur fyri rúsevnisbrotsverk og stuldur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238