Mammur at trimum børnum og ítróttakvinnur

Mammur at trimum børnum og ítróttakvinnur
KVINNUR Í ÍTRÓTTI: Durita Christophersen Jojic og Maibritt Olsen hava báðar familjur við trimum børnum, men eru framvegis virknar í ítrótti
Maibritt Olsen spælir fótbólt við Víkingi, og Durita Christophersen Jojic spælir hondbólt við VÍF.
Mynd: Eyðvør Klakstein  
 
11.02.2025 - 08:45

Tær spæla ávikavist hondbólt og fótbólt á hægsta stigi í Føroyum og hava báðar familjur við trimum børnum.
Maibritt Olsen, sum spælir fótbólt við Víkingi, raðfestir ítrótt sum part av gerandisdegnum.
– Tað hevur altíð havt týdning fyri meg at vera virkin í ítrótti og at vera partur av einum felagsskapi, og tí havi eg hildið fram við at spæla fótbólt, sigur hon.
Durita Christophersen Jojic spælir hondbólt við VÍF, og seinnu árini hevur hon lagað ítróttin eftir familjulívinum.
– Nú venji og spæli eg, sum tað passar saman við familjuni. Um tað ikki gongur upp onkuntíð, so taki eg mær frí frá venjing ella dysti, sigur hon. 
Í fyrsta parti av poddvarpsrøðini Kvinnur í ítrótti verður tosað við Duritu Christophersen Jojic og Maibritt Olsen um, hvussu tær virka og raðfesta í gerandisdegi við barnafamilju og ítrótti. 
Sendingini kann hoyrast her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. februar
Mono - 110226
204074
Mikudag 11. februar
Eitt korter við klassiskum
204060
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896