Fyribilsstjórin verður stjóri

Fyribilsstjórin verður stjóri
Edvard S. Remberg tekur við stjórastarvinum í Posta í dag
Edvard S. Remberg er settur sum stjóri í Posta.
 
11.02.2025 - 13:44

Edvard S. Remberg er settur sum stjóri í Posta.

Hann hevur verið fyribilsstjóri síðani oktober í fjør, tá ið Hans Jákup Langgaard fór úr starvi. 

Frammanundan var 50 ára gamli Edvard S. Remberg KT-leiðari í Posta.

Árni Ellefsen, nevndarformaður í Posta, sigur í tíðindaskrivi, at  Edvard S. Remberg hevur góðan kunnleika um felagið og flutningsvinnuna.  Eisini hevur hann sum fyribilsstjóri víst, at hann er rætta fólkið at mynda felagið og leggja framtíðarkósina til rættis saman við nevndini, sigur Árni Ellefsen.

Edvard S. Remberg  sigur, at hann fer miðvíst til verka.

- Í høvuðsheitum snýr tað seg um at styrkja raksturin, menna post-, flutnings- og filateliøkið og framvegis tryggja góðan starvsfólkatrivnað, sigur nýggi stjórin í Posta, sum tekur við starvinum í dag.

Hoyr samrøðu, sum Frants Jensen gjørdi við Edvard S. Remberg í útvarpstíðindunum:

 

11022025_Edvard

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 25. mars
Morgunlestur týsdagur 25.mars 2025
189742
Týsdag 25. mars
Góðan morgun Føroyar 25.05.25
189741
Mánadag 24. mars
Norðurljóð 24.mars 2025
189276
Nýggjastu sendingar í SV