Tvey mál um 266b í rættinum í dag

Tvey mál um 266b í rættinum í dag
Ákærdu menninir játta at hava skrivað tað, sum teir eru ákærdir fyri, men teir nokta, at tað er ólógligt
Annað málið var útsett, tí ivi var um, hvussu seksuel orientering skal umsetast til føroyskt. (Savnsmynd)
 
10.02.2025 - 09:51

Tvey mál um grein 266b í revsilógini vera viðgjørd í Føroya rætti í dag.

Í øðrum málinum er ein maður ákærdur fyri millum annað at skriva á Facebook, at kynsvilla er sálarsjúka.

Hin maðurin er ákærdur fyri at skriva niðrandi um samkynd á Vágaportalinum.

Hann hevur verið í rættinum fyrr, men málið var útsett tá, tí ivi var um, hvussu seksuel orientering skal umsetast til føroyskt.

Tað hava Jógvan í Lon Jacobsen, málfrøðingur, Málráðið og Løgmálaráðið nú givið síni boð uppá.

Menninir játta at hava skrivað tað, sum teir eru ákærdir fyri.

Men teir nokta, at tað er ólógligt.  

Grein 266 b í revsilógini sigur, at tann, sum alment ella við størri útbreiðslu í hyggju setir fram útsøgn ella boðskap, ið hóttir, spottar ella eyðmýkir persónsbólk orsakað av rasu, húðarliti, tjóðskaparligum ella etniskum uppruna, trúgv, kynsligum samleika ella breki, verður revsaður við sekt ella fongsli í upp til tvey ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238