Fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Liktinstein

Fyrsti kvinnuligi forsætisráðharrin í Liktinstein
Brigitte Haas er forkvinna í konservativa flokkinum VU, og tekur við sum stjórnarleiðari 20. mars
Brigitte Haas verður nýggjur forsætisráðharri í Liktinstein - seinasta landinum í Evropa, har kvinnur fingu valrætt.
Mynd: Spiegel  
 
10.02.2025 - 08:29

Fyri fyrstu ferð verður forsætisráðharrin í Liktinstein ein kvinna.

Tað skrivar týska tíðindastovan dpa.

Val var í Liktinstein í gjár, og har bleiv konservativi flokkurin VU størsti flokkur við 38,3 prosentum av atkvøðunum. Næststørstur er progressivi flokkurin FBP, sum fekk 27,5 prosent.

Brigitte Haas er forkvinna í VU,  og tekur sambært dpa við sum stjórnarleiðari 20. mars.

Kvinnur í Liktinstein fingu ikki valrætt fyrr enn í 1984. Tað fingu tær á eini fólkaatkvøðu, har bara menn sluppu at atkvøða. Úrslitið í prosentum var 51-49 fyri, at kvinnur skuldu fáa valrætt.

Sostatt var Liktinstein seinasta landið í Evropa, sum gav kvinnum valrætt.

Í Liktinstein er tað tó framvegis fúrstin, sum hevur størsta valdið. Hann kann koyra stjórnina frá, og hevur eisini sýtingarrætt til at steðga lógaruppskotum at koma fyri tingið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV