- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fyrrv. sýslumaður: Svikagerð at niðurlaga sýslumansstarvið
Fyrrv. sýslumaður: Svikagerð at niðurlaga sýslumansstarvið
Jens Jensen, fyrrverandi politistur og sýslumaður, tekur undir við Grindamannafelagnum, sum sigur, at politileiðslan hevur ikki virðing fyri føroyingum og føroyskum siði

Jens Jensen, fyrrverandi politistur og sýslumaður.
10.02.2025 - 10:14
- Tað er ein svikagerð, sum danska politiið í Føroyum hevur gjørt, og tað vil eg fáa sagt, sigur Jens Jensen, sum er fyrrverandi politistur og sýslumaður
Hann heldur, at tað var ein skeiv avgerð í 2008 at niðurlaga sýslumansstarvið.
Jens Jensen gevur í lesarabrævi formanninum í Grindamannafelagnum rætt í, at leiðslan í politinum ikki hevur virðing fyri føroyingum og føroyskum siðum.
Hetta kom til sjóndar í 2008, tá politileiðslan gjørdi av at niðurlaga sýslumansstarvið, so hann í dag meira er ein starvsmaður og ikki eitt umboð fyri statin.
Jens Jensen mælir til, at avgerðin í 2008 verður rullað aftur.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
10022025_Jens_Jensen
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV


























