Føroysku bankarnir hava ikki tikið støðu til rentuna 

Føroysku bankarnir hava ikki tikið støðu til rentuna 
Vit hava ikki gjørt av enn, um rentan skal lækka, sigur Jean Djurhuus, forstjóri í Betri Banka, nú bæði evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin hava lækka rentuna 
Føroysku peningastovnarnir hava ikki tikið støðu til, um teir skulu fylgja tjóðbankanum og lækka rentuna.
 
10.02.2025 - 21:39

Sjálvt um tað er vanligt, at føroysku peningastovnarnir broyta rentuna, tá evropeiski miðbankin og danski tjóðbankin broyta sína rentu, so hava føroysku peningastovnarnir ikki latið við seg koma, síðan báðir miðbankarnir lækkaðu sína rentu fyri umleið tíggju døgum síðan. 

Stjórin í Betri Banka vísir á, at føroysku bankakundarnir ikki fingu somu rentuhækking, tá rentan byrjaði at hækka fyri nøkrum árum síðan, og tí hava teir heldur ikki lækka rentuna líka nógv, tá rentan er lækka. 

Jean Djurhuus vildi í dag ikki siga nakað um, um ella nær Betri Banki fór at lækka rentuna. Hetta er ikki nakað, sum bankin fer alment út við, tí tað er ein kappingarstøða, segði hann. 

Heldur ikki Marner Mortensen, stjóri í Norðoya Sparikassa, vildi siga um hansara peningastovnur fór at lækka rentuna. 

Hann vísti eisini á, at tað sjáldan eru teir smáu peningastovnarnir, sum ganga undan, tá rentan skal lækka, og tað fer hann heldur ikki at gera, segði hann. 

 

Hoyr annars innslagið, sum var at hoyra í tíðindasendingini á nátturða í kvøld. 

1725308

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 11. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204050
Týsdag 10. februar
Veðrið
204022
Týsdag 10. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
203976
Mánadag 9. februar
Veðrið
203957
Sunnudag 8. februar
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
203896