Stór akfør verða ikki longur sýnað í Klaksvík og á Sandi

Stór akfør verða ikki longur sýnað í Klaksvík og á Sandi
Broytingin hevur ikki við sær, at starvsfólk verða søgd upp, sigur Akstovan
Á akstovunum í Saltangará, á Tvøroyri, í Sørvági og í Havn er góðkendur kanningarútbúnaður til stór akfør. (Savnsmynd)
 
07.02.2025 - 14:32

Stór akfør, tað vil siga lastbilar, bussar og trailarar, verða ikki longur sýnað í Klaksvík og á Sandi.

Sýningin av hesum akførunum verður í staðin miðsavnað í Saltangará, á Tvøroyri, í Sørvági og í Havn. Hetta er fyri at tryggja, at sýnini eru einsháttað, boðar Akstovan frá.

Øll akfør yvir 3.500 kg verða tí sýnað á nevndu fýra støðum. Broytingin kemur í gildi 27. februar.

Akstovan skrivar, at neyðugt er at tryggja, at sýnini eru eins á øllum sýnsstøðum. At sýna stór akfør krevur serligan kanningarútbúnað, sum árliga skal góðkennast av tøkniligum eftirlitismyndugleikum.

Í Saltangará, á Tvøroyri, í Sørvági og í Havn er góðkendur kanningarútbúnaður til stór akfør.

Akstovan skrivar, at broytingin hevur ikki við sær uppsagnir av starvsfólki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238