Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas er nú komin í gildi

Vápnahvíldin millum Ísrael og Hamas er nú komin í gildi
Vápnahvíldin varð útsett í nakrar tímar, tí Ísrael hevði ikki fingið navnalistan yvir teir tríggjar gíslarnar, sum skulu latast leysir seinni í dag
 
19.01.2025 - 10:21

Skrivstovan hjá ísraelska forsætisráðharranum upplýsir, at vápnahvíldin kom í gildi klokkan 11:15 lokala tíð - tað er klokkan 09:15 føroyska tíð. 

Tað skrivar Reuters.

Vápnahvíldin skuldi annars byrja klokkan hálvgum sjey okkara tíð í morgun, men varð útsett, tí Ísrael ikki hevði fingið navnalistan yvir teir tríggjar gíslarnar, sum eru kvinnur, ið skulu latast leysir seinni í dag.

Ísrael fekk navnalistan fyri stuttari tíð síðan, og hevur eftirfylgjandi boðað frá, at vápnahvíldin er komin í gildi eftir eina lítla seinking.

Tær tríggjar kvinnurnar eru 31 ára gamla Doron Steinbrecher, 28 ára gamla Emily Damari og 24 ára gamla Romi Gonen, skrivar BBC.

Tilsamans 33 gíslar verða væntandi leyslatnir í fyrsta umfari av vápnahvíldini. Á X hevur Ísrael upplýst, hvørjir teir 33 gíslarnir eru.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 17. juli
Vikuskiftið 17. juli 2026
211068
Fríggjadag 17. juli
Summarbeiti á G!
211066
Fríggjadag 17. juli
RagnarRokk: Einar Solberg um Vox Occulta
209124
Fríggjadag 17. juli
Morgunlestur fríggjadagur
211015
Hósdag 16. juli
RagnarRokk 16.juli
209729
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 17. juli
Veðrið
211069
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817