TikTok farið í svart í USA

TikTok farið í svart í USA
TikTok-appin er ikki longur tøk at taka niður í USA
 
19.01.2025 - 10:29

Tað er ikki longur møguligt hjá brúkarum í USA at taka kinversku TikTok-appina niður, og sosiali miðilin er farið í svart.

Tað skrivar Reuters.

Amerikanski Hægstirættur hevur staðfest eina lóg, sum hevur við sær, at TikTok skal selja virksemi sítt, ella at miðilin TikTok verður stongdur í USA. Tey høvdu freist til í dag - 19. januar.

TikTok segði fríggjakvøldið, at tey vóru til reiðar at "fara í svarta", um komandi lógin ikki varð tikin aftur.

Felagið handan TikTok, ByteDance sigur, sambært BBC, at lógin er í stríð við talufrælsi hjá teimum meiri enn 170 milliónum brúkarum, sum TikTok hevur í USA.

Komandi amerikanski forsetin, Donald Trump, segði annars í gjár, at hann helst fer at leingja freistina fyri TikTok við 90 døgum, men fyribils er sosiali miðilin farin í svart.

Amerikanskir myndugleikar halda, at TikTok hevur ov tætt tilknýti til kinesisku stjórnina, og at tað kann vera avbjóðing fyri landsins trygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369