Meinhard til Danmarkar at spæla

Meinhard til Danmarkar at spæla
Ikki er greitt, hvussu leingi sáttmálin er galdandi
Mynd: Kolding IF  
 
19.01.2025 - 10:36

Meinhard E. Olsen hevur skrivað undir við Kolding IF. 

Tað skrivar felagið á heimasíðu sínari.

27 ára gamli vongurin sigur við heimasíðuna hjá felagnum, at hann kemur til felagið upp á eitt gott tíðspunkt, tí hansara meting er, at felagið og fólkini aftanfyri eru sera ambitiøs.

- Eg eri sjálvur ógviliga málrættaður. Øll í felagnum hava tikið væl ímóti mær, og nú gleði eg meg at hitta allar Kolding fjepparar eftir vetrarsteðgin, har vit skulu stríðast um at koma í Topp 6-endaspælið, sigur runavíkingurin.

Kolding liggur í løtuni á 7. plássi í næstbestu deildini í Danmark.

Meinhard Olsen hevur spælt 34 landsdystir fyri Føroyar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369