Sakførarar hjá Navalnyj dømdir fongsulsrevsing

Sakførarar hjá Navalnyj dømdir fongsulsrevsing
Aleksej Navalnyj doyði í russiskum fongsli í februar í fjør
Teir tríggir sakførararnir, sum er dømdir fongsulsrevsing fyri ekstremismu.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
17.01.2025 - 15:27

Ein russiskur dómstólur hevur dømt tríggjar av sakførarunum hjá andstøðuleiðaranum Aleksej Navalnyj, sála, í fongsulsrevsing fyri ekstremismu.

Sambært Netblaðnum Mediazona eru teir dømdir millum hálvt fjórða og hálvt sætta árs fongsul.

Aleksej Navalnyj doyði í russiskum fongsli í februar í fjør. Hann var dømdur 30 ára fongsul í Sibiria.

Navalnyj var sjálvur advokatur og russiskur andstøðupolitikari, stríddist ímóti mutri og fanst hvassliga at russiska forsetanum, Vladimir Putin.

Navalnyj sat í fongsli frá 2021, tá ið hann kom heim aftur til Russlands, eftir at hann í Týsklandi hevði fingið viðgerð fyri at verða eitraður við nervaeitri. 

Navalnyj skuldsetti Kreml fyri at hava skipað fyri eitringini.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. februar
Morgunlestur mikudagur 12.februar 2025
186666
Týsdag 11. februar
LEITISSTEIN 11.02.2025 (Jazzygold)
187652
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369