Ísrael og Hamas hava skrivað undir vápnahvíld

Ísrael og Hamas hava skrivað undir vápnahvíld
Stjórnin verður kallað sama at góðkenna avtaluna, men ógreitt er, nær tað verður
Ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, boðar nú frá, at Ísrael og Hamas hava skrivað undir vápnahvíld og avtalu um at lata gíslar leysar. (Savnsmynd: Ritzau Scanpix)
 
17.01.2025 - 10:46

Ísrael og Hamas hava skrivað undir undir avtalu um vápnahvíld og at lata gíslar leysar.

Tað upplýsir skrivstovan hjá ísraealska forsætisráðharranum, Benjamin Netanyahu, skrivar tíðindastovan AP.

Í gjár frættist, at trupulleikar høvdu tikið seg upp um avtaluna í evstu løtu, og Netanyahu avlýsti fundin í stjórnini, sum skuldi góðkenna hana.

Í fráboðanini í dag verður sagt, at ísraelska stjórnin verður kallað saman at góðkenna avtaluna, men tað er ikki greitt, nær fundurin verður. 

Benjamin Netanyahu sigur í fráboðanini, at Ísrael fer at røkka øllum málum í krígnum, eisini at fáa bæði livandi og deyðar gíslar heimaftur.

Fyrsta stigið í vápnahvíldini kemur í gildi sunnudagin.

Hóast tíðindi um vápnahvíld bórust mikdagin, helt Ísrael fram at leypa á mál í Gasa í gjár, og tíðindastovurnar skriva, at í minsta lagi 72 fólk lótu lív. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. mars
FMA 2025
189602
Fríggjadag 21. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189551
Fríggjadag 21. mars
Veðrið
189591
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466