Mette Frederiksen og Trump tosaðu í telefon í trý korter

Mette Frederiksen og Trump tosaðu í telefon í trý korter
Tey vóru bersøgin við hvørt annað í telefonsamrøðuni, men forsætisráðharrin vil ikki siga, um Trump góðtekur, at Grønland er ikki til sølu
Donald Trump og Mette Frederiksen høvdu eina drúgva telefonsamrøðu í gjár.
 
16.01.2025 - 09:21

Danmark er ein týdningarmikil og góður sameindur hjá USA.

Tað gjørdi Mette Frederiksen, forsætisráðharri, greitt, tá hon í gjár tosaði í telefon við Donald Trump, sum tekur við sum amerikanskur forseti mánadagin.

Stórpolitiskt ódnarveður hevur tikið seg upp, har sambandið millum USA, Danmark og Grønland er komið til skarpskeringar.

Í síðstu viku vildi Donald Trump ikki útiloka, at hann fer at brúka hervald ella fíggarligan tvingsil til at fáa tamarhald á Grønlandi.

Danski forsætisráðharrin og Donald Trump tosaðu í 45 minuttir.

Mette Frederiksen vil ikki siga, um Donald Trump góðtekur, at Grønland ikki er til sølu, sigur hon í samrøðu við danska kringvarpið:

 

Mette_Trump_telefonsamroda


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369