Vápnahvíld komin í lag millum Ísrael og Hamas

Vápnahvíld komin í lag millum Ísrael og Hamas
Ein avtala er komin í lag um vápnahvíld í Gasa. Avtalan kemur í gildi sunnudagin
Palestinar í Khan Younis í Gasa fegnast um vápnahvíldina.
Mynd: Mohammed Salem/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
15.01.2025 - 19:02

Samráðingarnar eru nú komnar á mál um eina vápnahvíld í Gasa, sum kemur í gildi sunnudagin 19. januar.

Tað sigur forsætisráðharrin í Katar á tíðindafundi.

Partarnir eru eisini samdir um, at fleiri gíslar, sum Hamas hevur tikið, skulu latast leysir. Harumframt sigur hann, at enn verður arbeitt við smálutum í avtaluni.

Katar, hevur saman við Egyptalandi og USA, verið meklari í krígnum millum Ísrael og Hamas.

Ísrael hevur tó ikki váttað avtaluna enn, skrivar DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369