Konditaríið verður tikið niður - bygningur í sama stíli kemur í staðin

Konditaríið verður tikið niður - bygningur í sama stíli kemur í staðin
Bygningurin er í so vánaligum standi, og tað loysir seg ikki at gera hann í stand
Bygningurin, har konditaríið í Havn helt til, verður tikin niður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
15.01.2025 - 16:00

Konditaríið í miðbýnum í Havn skal takast niður, og ein bygningur í sama stíli skal byggjast upp aftur.

Tað sigur Regin Petersen, stjóri í byggifyritøkuni HVT, sum eigur Kondittaríið. 

Hann sigur, at hetta má gerast, tí at bygningurin er í so vánaligum standi, og tað loysir seg ikki at gera hann í stand. 

Hann váttar, at leigarin er uppsagdur. Hann vil ikki gera fleiri viðmerkingar til ætlanina enn.

Tórshavnar kommuna sigur við útvarpið, at kommunan ikki hevur fingið nakra umsókn um at taka bygningin niður, ella at byggja nýggjan bygning á staðnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369