10 ár síðani stórkavan, ið legði so at siga alt landið lamið í 2015

10 ár síðani stórkavan, ið legði so at siga alt landið lamið í 2015
Fólk stóðu føst í nógvar tímar á Vestmannavegnum og á Sandavágshálsi, og Ternan gjørdi eykatúr inn á Toftir, tí tað ikki var koyrandi
Mynd: Mynd: Landsverk  
 
15.01.2025 - 13:40

Tað kavaði og kavaði og hetta merktiskt. Bjørt Isaksen stóð føst á Vestmannavegnum í nógvar tímar, Bygdafelagið Glæman í Kvívík lat dyrnar upp og borðreiddi við suppu, so fólk, sum høvdu rent seg føst í nógva kavanum, fingu okkurt heitt niðurum, og siglt var bæði inn á Toftir og til Vestmanna, soleiðis at fólk kundu koma til og frá - ti hetta var ógjørligt við bili.

Og tá tað so loksins kundi koyrast aftur, var tað í fyrsta umfarið sum rekkjukoyring.

Í hesari frásøgnini hoyra vit søgulig brot við Bjørt Isaksen, ið stóð føst á Vestmannavegnum, Hera Andreasen, politisti, Dánjal Paula Müller, Bygdahúsið Glæman í Kvívík, og Árna Jacobsen frá Landsverki.

Og Árni Jacobsen, økisleiðari hjá Landsverki, vitjar eisini í útvarpsstovuni, har ið hann greiður frá hesum trimum stórkavadøgunum í 2015.
 

1720138

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. november
Góðan morgun Føroyar
199795
Mikudag 12. november
Morgunlestur mikudagur 12.november 2025
199679
Týsdag 11. november
Eitt korter við kórsangi
199761
Týsdag 11. november
Góðan morgun Føroyar
199750
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775
Týsdag 11. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
199759
Mánadag 10. november
3-2 (10. november 2025)
199739
Mánadag 10. november
Veðrið
199720