Tráfylging og sálarligur harðskapur í revsilógina

Tráfylging og sálarligur harðskapur í revsilógina
Og áseting um ágang móti alment settum starvsfólki skal í revsilógina
Revsilógin skal broytast, so fleri mál kunnu fara í rættin.
 
14.01.2025 - 06:24

Nakrar broytingar í revsilógini eru á veg.

Uppskot um tær er sent til hoyringar. 

Ætlanin er at fáa í revsilógina ásetingar um tráfylging, stalking, og sálarligan harðskap.

Og nýggj áseting um ágang móti alment settum starvsfólki skal í revsilógina.

Í galdandi revsilóg er eingin sjálvstøðug áseting um tráfylging og heldur ikki um sálarligan harðskap.

Ein áseting er eisini um at herða revsingina fyri endurtiknan einfaldan, vanligan, harðskap í tøttum sambondum.

Á heysti 2023 kom ein dagførd heildarætlan um harðskap í parlagi og nærsambondum. 

Heildarætlanin mælir til at kriminalisera sálarligan harðskap og tráfylging.

Lógin um boð um frástøðu skal eisini broytast, so hon eisini umfatar sálarligan harðskap.

Tað er, at tá grundaður illgruni er um sálarligan harðskap, skal tann, sum er undir illgruna, ikki hava samband við tann, sum harðskapurin skal vera framdur móti.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369