Ókeypis matarskipanin í Vági heldur fram

Ókeypis matarskipanin í Vági heldur fram
Børnini í barnagarðinum og forskúlanum fáa mat fýra ferðir um vikuna. Næsta stigið verður at royna matarskipan í skúlanum
Royndirnar við matarskipanini í barnaansingini í Vági eru góðar, at avgjørt er at halda fram við royndarskipanini.
 
14.01.2025 - 13:38

Børnini í barnaansingini í Vágs kommunu fáa ókeypis mat, tá tey eru á stovni. 

Vágs kommuna hevur samtykt at halda fram við matarskipanini, sum var sett í verk í fjør.

Børnini í barnagarðinum og forskúlanum fáa mat fýra ferðir um vikuna.

Maturin verður gjørdur á stovninum í samráð við fakfólk, sum vita, hvat børn hava tørv á.

 

(Mynd: Vágs kommuna)

 

Royndirnar í barnagarðinum vísa, at børnini eru farin at eta meira breyð, síðani matarskipanin var sett í verk.

Matarskipanin er mett at kosta umleið 300.000 krónur um árið, og kommunan rindar útreiðslurnar.

Næsta stigið verður at royna matarskipan í skúlanum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:  

 

14012024_Matarskipan_i_Vagi

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369