NATO hevur eyguni eftir skuggaflota í Eystrasalti

NATO hevur eyguni eftir skuggaflota í Eystrasalti
Stigið verður tikið eftir fleiri hendingar í seinastuni, har sjókaðlar hava fingið skaða
Finski forsetin, Alexander Stubb, og NATO-aðalskrivarin, Mark Rutte.
Mynd: TT/Ritzau Scanpix  
 
14.01.2025 - 14:43

NATO fer at hava eyguni eftir skuggaflotanum í Eystursalti.

Aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, sigur á tíðindafundi í Finnlandi, at NATO fer at økja um átøkini í Eystrasalti.

Stigið verður tikið eftir fleiri hendingar, har sjókaðlar hava fingið skaða. Mark Rutte sigur hetta vera "ein vanda fyri týdningarmikið undirstøðukervi".

- Bara seinastu tveir mánaðirnar hava vit sæð skaða á ein kaðal, sum bindur Litava og Svøríki saman, ein annan, sum bindur Týskland og Finnland saman, og seinast eina røð av kaðlum, sum binda Estland og Finnland saman, segði hann á tíðindafundinum. 

Tí herðir NATO eftirlitið, sigur aðalskrivarin.

- Í dag hava vit samtykt at brúka nýggja tøkni í hesum átakinum, eitt nú ein lítlan flota av dronum til at styrkja eftirlitið og avbyrgingina, sigur Mark Rutte.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
HM-tíðindi 10. juli 2026
210774
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523