Lóg skal rudda slóð fyri samráðingum um at keypa Grønland

Lóg skal rudda slóð fyri samráðingum um at keypa Grønland
Lógaruppskotið, sum er lagt fyri umboðsmannatingið, heimilar Trump at samráðast við Danmark, tá hann er tilnevndur forseti 20. januar
Donald Trump tekur við forsetaembætinum í USA mánadagin.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
14.01.2025 - 08:24

Í USA hava republikanararnir í umboðsmannatinginum lagt fram uppskot, sum gevur Donaldi Trump heimild at fara undir samráðingar við Danmark um at keypa Grønland.

Tað siga Fox News, Axios og Reuters.

Repbulikanararin Andy Ogles úr Tennessee eigur uppskotið.

Lógaruppskotið hevur fingið heitið 'Make Greenland Great Again', og heimilar Trump at fara undir samráðingar við Danmark, beint sum hann er tilnevndur forseti 20. januar.

Sambært Axios, er neyðugt við undirtøku frá nøkrum demokratum í Kongressini, fyri at uppskotið verður samtykt, skrivar NTB

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. februar
Karl Vidtfeldt: Beri felagið í hjartanum
187908
Mánadag 17. februar
Norðurljóð 17.februar
187247
Mánadag 17. februar
Til lukku Eyðun & Atli
187881
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824
Fríggjadag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187762