Kunnu ikki staðfesta, hví eldur kom í

Kunnu ikki staðfesta, hví eldur kom í
Politiið hevur endað málið um eldin í Glyvra skúla
Politiið hevur endað málið um eldin í Glyvra skúla í september í fjør.
 
14.01.2025 - 12:20

Ikki ber til at staðfesta við fullari vissu, hvussu eldurin í Glyvra skúla um morgunin 9. september í fjør kyknaði.

Illgruni er um, at børn festu í pappír á einum vesi á niðastu hædd skúlans.

Okkurt var funnið á staðnum, sum bendi á tað. 

Jan Poulsen, økisleiðari í Norðurøkinum, sigur, at kanningar eru gjørdar, millum annað hevur politiið tosað við børn í skúlanum.

Men ikki ber til at staðfesta, hvør orsøkin til eldin var, og málið er endað, sigur Jan Poulsen.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Kvinnur í ítrótti (1:6)
187313
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Veðrið
187639
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369