Hava nú rætt til at siga nei til at verða kveikt til lívs aftur

Hava nú rætt til at siga nei til at verða kveikt til lívs aftur
Frá í morgin kunnu allir danir yvir 60 ár frávelja at verða kveikt til lívs aftur, um tey ynskja tað
 
14.01.2025 - 20:27

Ynskja danir, at heilsustarvsfólk ikki skulu kveikja tey til lívs aftur, eftir ein hjartasteðg til dømis, so fer frá í morgin av at bera til at melda hetta frá umvegis heimasíðuna sundhed.dk ella við at senda eina umsókn um hetta til danska Innlendis- og heilsumálaráðið, skrivar DR.

Tað skulu ganga sjey dagar frá tí, at tú skrásetir títt val, til tað fær gildi. Bíðitíðin upp á sjey dagar er fyri at tryggja, at avgerðin er væl umhugsað.

Lógin varð samtykt í desember 2023. Síðani tá hevur Styrelsen for Patientsikkerhed havt eitt kunningarátak, sum er ætlað heilsustarvsfólki fyri at tryggja, at tey eru tilvitað um nýggja rættin.

Frávelja fólk møguleikan at verða uppafturlívgað, so er tað bert galdandi fyri starvsfólk í danska heilsuverkinum. 

Danska Innlendis- og heilsumálaráðið skrivar á heimasíðu sínari, at síggja fólk onkran fáa hjartasteðg, so skulu fólk framvegis veita fyrstuhjálp ella ringja eftir hjálp.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 17. mars
Morgunlestur týsdagur 17.mars 2026
205617
Mánadag 16. mars
Valkøn mánakvøldið 16. mars
205726
Mánadag 16. mars
Norðurljóð 16.mars 2026
205382
Mánadag 16. mars
RagnarRokk: Chase Wilson um Endless
205697
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. mars
Trapputing í Tórshavn
205724
Mánadag 16. mars
Veðrið
205709

Annað frá KVF