Oljutangaskip motorskaða í Eystursjónum

Oljutangaskip motorskaða í Eystursjónum
Eitt oljutangaskip í russiska skuggaflotanum fær hjálp frá týskum sleipibátum í Eystursjónum
Oljutangaskipð er lastað við 99.000 tonsum av olju
Mynd: Havariekommando/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
12.01.2025 - 11:23

Eitt stórt oljutangaskip rak fyri vág og vind í Eystursjónum, tá týskir myndugleikar komu fram á tað í týskum sjógvi.

Talan er um skipið Eventin, sum er skrásett í Panama, men har eigaraviðurskiftini eru ógreið. 

Skipið var ikki ført fyri at sigla og tí máttu boð sendast eftir sleipibátum. Og tað er ikki heilt vandaleyst, tí skipið er lastað við 99.000 tonsum av olju. Tað er tí einki sum bendir á, at skipið lekur nakra olju.

BBC skrivar, at helst er talan um eitt skip í sonevnda russiska skuggaflotanum. Eftir at tiltøk vórðu sett í verk móti Russlandi eftir innrásina í Ukraina, hevur Russland flutt sína olju sjóvegis og hevur brúkt gomul tangaskip til endamálið.

Av tí talan er um gomul skip, so lúka tey ikki treytirnar til trygd og dygd. Í Svartahavinum vóru fleiri tangaskip neyðstødd í illveðri herfyri. Tað eina fór av um tvøran og eitt annað rendi á land, og tað hevur havt ógvusliga oljudálking við sær. 

Tað eina skipið var frá 1969, hitt frá 1973.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 23. januar
Vikuskiftið 23 januar 2026
203158
Fríggjadag 23. januar
Beinleiðis úr Studio 5 - Miké Thomsen
203131
Fríggjadag 23. januar
EM tíðindi 23. januar 2026
203127
Fríggjadag 23. januar
Reform UK
203122
Fríggjadag 23. januar
Morgunlestur fríggjadagur 23. januar 2026
202879
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084
Týsdag 20. januar
Hondbóltur: Føroyar - Slovenia
203138
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979