Norska gassframleiðslan setti met

Norska gassframleiðslan setti met
Noreg framleiddi meira gass í 2024 enn nakað annað ár. Tað mesta av gassinum fer til ES og Bretlands
Norska gassframleiðslan setti met í 2024
Mynd: Savnsmynd  
 
11.01.2025 - 09:27

Norra hevur ongantíð framleitt meira av gassi enn í fjør, tá kríggið í Ukraina hevði við sær, at einki gass longur fór ígjøgnum gassleiðingarnar úr Russlandi um Ukraina.

Tilsamans seldi Norra 124 milliardir standard-rúmmetrar av gassi, samanborið við 116,1 milliard standard-rúmmetrar árið fyri, skrivar norska NTB-tíðindastovan.

Gamla metið var frá 2022, tá ið norska gassframleiðslan var 122,8 milliardir standard-rúmmetrar.

Gassframleiðslan stendur fyri yvir helvtini av framleiðsluni á norska landgrunninum.

Meginparturin av oljuni og gassinum verður flutt í rørleiðlingum til ES-lond og Bretlands.

- Norski landgrunnurin fer at hava stóran týdning fyri orkutrygdina í Europa í mong ár, metir norska oljustýrið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 12. november
Skratsj 12. novembur 2025
199810
Mikudag 12. november
Millummálin fyllir ov nógv
199800
Mikudag 12. november
Góðan morgun Føroyar
199795
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 12. november
Sjarma, sjálvalit & lekkurt hár
199805
Mikudag 12. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
199801
Týsdag 11. november
Veðrið
199775
Týsdag 11. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
199759
Mánadag 10. november
3-2 (10. november 2025)
199739