SÍ kann taka oddasessin frá Mjølni

SÍ kann taka oddasessin frá Mjølni
Sørvingar kunnu yvirhála klaksvíkingar í bestu mansdeildini, meðan KÍF og Fleyr dystast um næstovasta plássið hjá kvinnum
SÍ vann steypakappingina í fjør, og vinna teir á Fleyr í dag, eru teir fremst í landskappingini
Mynd: FBF  
 
21.12.2024 - 11:00

KÍF og Fleyr dystast um næstovasta plássið í bestu kvinnudeildini í flogbólti, tá liðini spæla í Kollafirði í dag.

Kollfirðingar á 4. plássi hava 11 stig undan dystinum, sum byrjar klokkan 13, meðan havnarliðið hevur 13 stig á 2. plássi. Mjølnir hevur eisini 13 stig, meðan SÍ er langt fremst við 22 stigum.

 

SÍ kann taka oddasessin

Hjá monnum hevur SÍ kjansin at taka oddasessin frá Mjølni, tá Fleyr vitjar í Sørvági klokkan 18. Sørvingar hava 21 stig meðan klaksvíksliðið hevur 22. 

Heili 10 stig eru niður til Fleyr, sum er nummar trý í løtuni við 11 stigum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238