Hundar tola ikki ávísar "tyggeruller"

Hundar tola ikki ávísar "tyggeruller"
Atferðarbroytingar eru ógvisligar
 
18.12.2024 - 06:12

Hundar broyta atferð, tá teir eta sonevndar "tyggeruller" frá Chrisco.

Chrisci kallar tí aftur "Chrisco Tyggeruller med kylling", tí fyritøkan hevur fingið fráboðanir um atferðarbroytingar hjá hundum, eftir at teir hava etið vøruna.

Vøran er eisini seld í Føroyum.

Higartil eru fleiri enn 15 fráboðanir um atferðarbroytingar skrásettar.

Atferðarbroytingarnar eru knappligur og ekstremur spenningur, panikanfall, ýl og goyggj, rastloysi, aggresivitetur, slev og krampi.

Chrisco kannar nú, hvør orsøkin er til hesar atferðarbroytingar.

Mælt verður til at fara til djóralækna við hundinum, um hann hevur óvanligan atburð eftir at hava etið "Chrisco Tyggeruller med kylling."


           

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 24. juni
Morgunlestur týsdagur 24.juni 2025
193613
Mánadag 23. juni
Poppverturin
193654
Mánadag 23. juni
Morgunlestur mánadagur 23.juni 2025
193574
Sunnudag 22. juni
Guðstænasta í Tvøroyrar kirkju
193587
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 23. juni
Jóansøka: 6mf menn
193626
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: Dreingir 17-18 ár
193607
Sunnudag 22. juni
Jóansøka: 8 mf
193605