Ítróttafagnaðurin: Síðsti kjansur at innstilla til heiðurslønir

Ítróttafagnaðurin: Síðsti kjansur at innstilla til heiðurslønir
Á midnátt er evstamark at innstilla ítróttafólk til heiðurslønirnar, sum ÍSF letur á Ítróttafagnaðinum. Millum teir sjey heiðrarnar eru ítróttanavnið og ítróttastjørnuskotið
Føroyska manslandsliðið í hondbólti varð ítróttanavnið seinasta ár
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
16.12.2024 - 10:22

Á midnátt er evstamark at skjóta upp ítróttafólk til heiðurslønirnar, sum Ítróttasamband Føroya letur á Ítróttafagnaðinum 2024.

Fagnaðurin verður 1. februar, og tá skulu tilsamans sjey heiðurslønir latast teimum bestu í føroyskum ítrótti skjótt farna árið.

Les meir um innstillingar her:

Hvør verður ítróttafelagsskapurin, venjarin, eldsálin, sólstrálan, og hvør skal hava heiðursskjal Poul E. Petersen? Øll kunnu skjóta nøvn upp til hesar fimm heiðrarnar.

Harafturat skulu ítróttastjørnuskotið og ítróttanavnið finnast. Sersambond og starvsnevndin hjá ÍSF innstilla til hesar heiðurslønirnar. 

Í fjør vann A-landsliðið við monnum heiðurin sum ítróttanavnið, meðan rennarin, Jónas Gunnleivsson Isaksen, gjørdist stjørnuskotið.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204387
Týsdag 17. februar
Veðrið
204365
Týsdag 17. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
204343
Mánadag 16. februar
Úr Sjarpholinum til Bangkok (3:5)
204317
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304