NATO: Meira enn ein millión fólk eru deyð ella særd í Ukraina

NATO: Meira enn ein millión fólk eru deyð ella særd í Ukraina
Zelenskyj, forseti, sigur, at 43.000 ukrainskir hermenn hava latið lív í krígnum
Henda myndin er frá einum russiskum álopi á ukrainska býin Zaporizhzhia fyrr í vikuni.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
13.12.2024 - 10:16

Meira enn ein millión fólk eru dripin ella særd í Ukraina, síðani Russland gjørdi innrás í 2022, metir NATO.

- Hvørja viku verða 10.000 fólk á báðum síðum dripin ella særd í Ukraina, segði aðalskrivarin í NATO, Mark Rutte, í røðu í Brússel í gjár.

- Og hvønn dag elvir hetta kríggið til alsamt fleiri oyðileggingar og deyða, legði hann aftrat.

 

Mark Rutte, NATO-aðalskrivari.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, hevur áður sagt, at 43.000 hermenn hava latið lív í krígnum.

Harumframt hava umleið 370.000 hermenn fingið viðgerð fyri skaðar, og helmingurin av teimum er farin aftur í kríggj, sambært Zelensky.

Russland hevur ikki upplýst tøl fyri, hvussu nógvir hermenn hava latið lív ella eru særdir, skrivar NTB-tíðindastovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 18. mars
Morgunlestur týsdagur 18.mars 202
189184
Mánadag 17. mars
Stuttligar søgur úr gomlu Havnini
189339
Mánadag 17. mars
NSÍ er tjekkað inn
189329
Mánadag 17. mars
Morgunlestur mánadagur 17.mars 2025
189183
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301
Sunnudag 16. mars
Hondbóltur: Niðurlond - Føroyar
189292
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238