- Tíðindi, mentan og ítróttur
Valúrslitið í Skúgvoy verður standandi
Kommunuvalið í Skúgvoy verður ikki ógildað, sigur Løgmálaráðið í skrivi til Skúvoyar kommunu.
Løgmálaráðið staðfestir, at kommunuvalið í Skúvoy er IKKI hildið í samsvari við grein-9 í kommunu-vallógini. Grein-9 sigur, at valnevndin skal veita neyðugt tal av atkvøðuseðlum, sum allir skulu vera í valhølinum, tá ið valið byrjar. Í kommunuvallógini verður somuleiðis ásett, hvussu atkvøðuseðlarnir skulu síggja út.
Men hóast vallógin tískil ikki er hildin, so verður valúrslitið standandi.
Av tí at eingin ítøkilig klaga fyriliggur, so hevur Løgmálaráðið ikki heimild at ógilda valið í Skúvoy, sigur aðalráðið í skrivi til kommununa.
Ongir atkvøðuseðlar
Ein kæra kom eftir kommunuvalið 12. november, tí ongir atkvøðuseðlar vóru tøkir, tá skúgvoyingar fóru á val.
Í staðin máttu øll velja við brævatkvøðu.
Osøkin til tað var, at valstýrisformaðurin ikki visti av, at valnevndin hevði ábyrgd av at útvega atkvøðuseðlar. Og hetta gjørdist ikki greitt fyrr enn dagin fyri valið.
Í frágreiðing til løgmálaráðið segði Kim Morgan Ejdesgaard, valstýrisformaður, tá hetta gjørdist greitt vóru tvinnir kostir:
"Eg kann velja at læsa hurðina og boða frá, at einki valg verður í kommununi í dag, tí eingin stemmuseðlar eru tøkir.
Ella eg at lata fólkini velja, sum um tað var stemma við brævatkvøðu, har tann einstaki skrivar eitt navn á tann seðilin tey fingu frá okkum, sum síðani fer í atkvøðukassan, sum er læstur.
Navni á teimum, sum eru uppstillað, liggur á borðinum í atkvøðurúminum, so borgarin kann síggja hvørji tey eru.
Um eg valdi fyrru loysnina at steingja, so vildi mikið rumbul komið av hesum.
Velji eg seinri loysnina, so hava vit jú valt á sama hátt, sum um tað var við brævi, og metti eg at hetta var tað mest skilagóða"
Eftir hesa frágreiðing vendi Løgmálaráðið sær til Skúgvoyar kommunu, sum í fyrstu atløgu skal taka støðu til klagur viðvíkjandi kommunuvalinum.
Men har var ongin stúran um valið.
1. Desember segði Poul Ásmund Tórarenni, borgarstjóri í Skúgvoy við Kringvarpið, at teirra niðurstøða var, at møguleikin at velja ikki var ávirkaður, og úrslitið av valinum tí heldur ikki ávirkað av mistakinum. Tí var ikki neyðugt við umvalið.
Og tað niðurstøðuna er Løgmálaráðið nú eisini komið fram til.
Úrslitið av kommunuvalinum í Skúgvoy var, at Harry Jensen, Jóannes í Hoygarðinum og Jákup Andrias THomsen vóru valdir í bygdaráðið við ávikavist 14, 10 og 4 atkvøðum.
Eingin ítøkilig klaga fyriliggur
Sambært skrivinum frá Løgmálaráðnum til Skúvoyar Kommunu var talan kortini ikki um eina kæru.
Talan var um eina fráboðan, sum bendi á at kommunuvalið í Skúvoy ikki var farið fram í samsvari við kommunuvallógina, skrivar Løgmálaráðið. Víðari skrivar ráðið, at viðkomandi, sum hevði gjørt vart við seg, seinni upplýsti fyri Løgmálaráðnum, at talan ikki var um eina ítøkiliga kæru.
Og júst tann upplýsingin fekk avgerandi týdning. Tí grundgevingin hjá Løgmálaráðnum fyri IKKI at gera meira við málið, er júst, at "eingin ítøkilig klaga fyriliggur."
Tað eydnaðist ikki at fáa eina viðmerking frá Nellu Festirstein, aðalstjóra í Løgmálaráðnum, til hesa tíðindasendingina.