Skulu svara á middegi

Skulu svara á middegi
Semingsstovnurin hevur lagt fram semingsuppskot í sáttmálatrætuna millum Maskinmeistarafelagið og KAF
Terje Sigurðsson, semingsmaður.
 
12.12.2024 - 08:07

Semingsstovnurin legði í gjárkvøldið semingsuppskot fyri Maskinmeistarafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið, sum í nógvar mánaðir hava trætast um maskinmeistararnar, sum arbeiða hjá SEV og IRF.

Partarnir skulu svara á middegi í dag, sigur Terje Sigurðursson, semingsmaður, við VP.

Semingsroyndin byrjaði klokkan níggju í gjáramorgunin.

Tá segði Terje Siguðursson við Útvarpið, at hann ætlaði at hava partarnar saman, til tað røkkur ella støkkur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212