- Tíðindi, mentan og ítróttur
The Minds of 99 gleða seg mest av øllum at koma til Føroya í 2025
2024 var eitt serligt ár fyri størsta bólkin á danska tónleikapallinum í løtuni, The Minds of 99.
Bólkurin skrivaði danska tónleikasøgu, tá hann í summar megnaði at fylla danska tjóðarleikvøllin, Parkin, ikki bara einaferð, men tríggjar ferðir.
Samanlagt 150.000 danir, ung sum eldri, stór sum smá, høg sum lág, vóru inni og sungu við til hitt sum "Hurtige hænder", "Under din sne" og "Alle skuffer over tid".
"Eg havi verið nógv í Føroyum sum barn, tí pápi mín elskaði seyð, og systkinabørn hansara búgva haruppi. Tað verður stuttligt at vitja tey."
Niels Brandt, The Minds of 99
Elskar mjørkaveður
Men í greinini verður eisini hugt frameftir til 2025.
Spurdur beinleiðis hvat hann gleðir seg mest til í 2025, so svarar Niels Brant uttan at blunka at koma til Føroya á vitjan.
"Vit gleða okkum almikið at fara út at spæla á tónleikafestivalum aftur. Vit elska at framføra, og næsta ár skulu vit eisini til Føroya at spæla á einum festivali (Voxbotn) har. Har hava vit ongantíð framført áður. Eg havi verið nógv í Føroyum sum barn, tí pápi mín elskaði seyð, og systkinabørn hansara búgva haruppi. Tað verður stuttligt at vitja tey. Og Tanja (Haraldsdóttir Sleire), okkara konsertsamskipara-atstøðari, fer at koyra runt við okkum og vísa okkum Føroyar - um mann altso fer at kunna síggja nakað fyri øllum mjørkanum. Tað (mjørkaveður) er annars mítt yndisveður. "
Hvat: Voxbotn
Hvar: Havn
Nær: 28. juni 2025
Hvør: The Minds Of 99, Suspekt, Søren Huss, Goodboys, RSP & Ester Kristiansen