- Tíðindi, mentan og ítróttur
Maskinmeistarafelagið og KAF gjørt semju
Stutt fyri klokkan 13 skrivaðu Maskinmeistarafelagið og Kommunala arbeiðsgevarafelagið undir semju um nýggjan sáttmála fyri handverksmeistarar, sum starvast hjá IRF og SEV.
Semingsstovnurin legði semingsuppskot fyri partarnar í gjárkvøldið, og teir høvdu freist til á middegi í dag at svara.
Tað er serliga spurningurin um arbeiðstíðarreglur, sum ósemja hevur verið um partarnar.
Trý ára sáttmáli
Talan er um trý ára sáttmála, sum er galdandi frá 1. oktober 2022 til 30. september 2025.
Við semjuni hækka lønirnar soleiðis:
1. oktober 2022 hækkar lønin 3,8 %
1. oktober 2023 hækkar lønin 4,2 %
1. oktober 2024 hækkar lønin 4,75 %
Skipan av arbeiðstíð:
Partarnir hava eisini gjørt avtalu um greiðari karmar fyri skipan av arbeiðstíð og arbeiði í vaktarskipan. Millum annað reglur fyri, hvussu vaktarskiftini skulu skipast, og hvussu long frítíðin skal vera millum vaktirnar. Harumframt er freistin fyri vaktarbroytingar longd úr 24 upp í 72 tímar.
Semjan heimilar, at partarnir á einstøku arbeiðsplássunum kunnu gera staðbundnar avtalur um arbeiðstíð, sum víkja frá ásetingunum um vaktarskipan sambært nýggju semjuni.
Hoyr samrøðu, sum Katrin Johannessen gjørdi við Arnfinn Bech og Per Martin Gregersen, formann í KAF, tá teir høvdu skrivað undir semjuna:
Myndir: Bjarni Árting Rubeksen