HM-lutakastið: Allir vilja hava Ongland

HM-lutakastið: Allir vilja hava Ongland
Allir tríggir landsliðsspælararnir, vit hava spurt, vilja hava Ongland í sín bólk, tá lutakastið til HM-undankappingina verður fríggjadagin. Moldova er ikki vælumtókt
 
12.12.2024 - 12:25

Í morgin er lutakastið til HM-undankappingina, sum verður spæld næsta ár, og eitt land tykist vera ovast á ynskilistanum hjá føroysku landsliðsspælarunum.

Meinhard Olsen, Viljormur Davidsen og Andrias Edmundsson vilja í hvussu er allir hava Ongland í sín bólk. Tað kemur neyvan óvart á nógv. Enskur fótbóltur er framvegis sera vælumtøktur í Føroyum, og hóast Føroyar hava verið við í altjóða fótbólti í meir enn 30 ár, hevur A-landsliðið við monnum framvegis ongantíð spælt ímóti enska landsliðnum. 

Hinvegin er Moldova ikki serliga vælumtókt. Allir tríggir tíma illa at spæla ímóti eysturevropeiska landinum, sum Føroyar vóru í bólki saman við í undankappingunum til EM 2024 og HM 2022.

12 UEFA-bólkar vera tilsamans, men bert seks lond eru í 5. og niðasta styrkisbólkinum. Føroyar, sum eru í 4. styrkisbólkinum hesa ferð, eru tí ikki tryggjað eitt av londunum, sum eru millum tey veikastu í Evropa. Fáa vit kortini tað, vilja Meinhard Olsen og Viljormur Davidsen helst hava San Marino, meðan Andrias Edmundsson ynskir sær Liktinstein. Teir hava allir nevnt fýra lond í einum møguligum marrubólki, men úrslitið kann eisini gerast, at Føroyar bert fáa mótstøðulið úr 3., 2. og 1. styrkisbólki. 

Sjálvt lutakastið byrjar klokkan 11:00 og tekur ein lítlan tíma. Kringvarpið sendir lutakastið beinleiðis í sjónvarpinum.


Meinhard Olsen bjóðar av ímóti Lettlandi í Nations League. Næsta ár er HM-undankapping aftur á skránni. MYND: Hans Erik Danielsen/FSF

 

Meinhard Olsen

Dreymabólkur

England, Norra, Montenegro og San Marino

Marrubólkur

Eysturríki, Ukraina, Ísrael og Moldova


Viljormur Davidsen hevur skotið brotsspark í málið á Tórsvølli. Verjuspælarin vil m.a. sleppa at spæla ímóti Grikkalandi aftur. MYND: Hans Erik Danielsen/FSF

 

Viljormur Davidsen

Dreymabólkur

England, Grikkaland, Albania og San Marino

Marrubólkur

Sveis, Ukraina, Georgia og Moldova


Andrias Edmundsson tykist hava vunnið sær fast pláss á landsliðnum. Hann vil hava bæði Ongland og Wales næsta ár. MYND: Hans Erik Danielsen/FSF

 

Andrias Edmundsson

Dreymabólkur

England, Wales, Albania og Liktinstein

Marrubólkur

Spania, Kekkia, Ísrael og Moldova

 

Viðhaldsfólkini ynskja sær eisini Ongland

Tað eru ikki bert landsliðsspælararnir, sum vilja hava Ongland í sín bólk. Fótbóltssíðan, bolt.fo, hevði atkvøðugreiðslu fyri kortum, og eisini millum fótbóltsáhugaðar føroyingar er Ongland best umtókt.

Úr ovasta styrkisbólki vildu fólk hava Ongland, Spania og Danmark ella Holland. Í 2. styrkisbólki vóru Norra, Svøríki og Wales best umtókt. Úr 3. styrkisbólkinum ynskja fólk sær helst Skotland, Írland ella Norðurírland, og í 5. bólkinum er San Marino best umtókt, meðan Gibraltar og Liktinstein eru ávíkavist nummar tvey og trý.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 16. januar
Hjartabørn í Kenja - teknmálstulkað
186375
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212