Frítekst tagging:
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Heimsmeistaraheitini í fótbólti til Saudiarabia
Heimsmeistaraheitini í fótbólti til Saudiarabia
Seinnapartin í gjár varð staðfest, at HM í fótbólti í 2034 sum væntað verður í Saudi Arabia - helst um veturin. Millum annað Amnesty finst hvassliga at avgerðini hjá FIFA
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix
12.12.2024 - 09:43
Nú er staðfest, at heimsmeistaraheitini í fótbólti vera í Saudiarabia í 2034.
Hetta hendi á eini online ráðstevnu hjá altjóða fótbóltssambandinum, FIFA, seinnapartin mikudagin. Samstundis er greitt, at Marokko, Spania og Portugal vera vertslond í 2030, tá Uruguay, Paraguay og Argentina eisini skulu hýsa hvør sínum dysti í samband við at tað vera 100 ár síðan fyrstu heimsmeistaraheitini í Uruguay.
Endaspælið í Saudiarabia verður helst um veturin, har 48 lond skulu spæla á 15 leikvøllum í fimm vertsbýum.
Fyri hvøssum atfinningum
Amnesty International og aðrir áhugabólkar finnast hvassliga at avgerðini hjá FIFA, sum "fer at seta nógv menniskjalív í vanda", serliga í samband við innflutta arbeiðsmegi úr millum annað afrikanskum londum. Yvirhøvur verða stór spurnartekin sett við mannarættindini í ríka oljulandinum.
Forsetin í norska fótbóltssambandinum, Lise Klaveness, tekur ikki undir við, at Saudiarabia hevur fingið HM-endaspælið uttan atkvøðugreiðslu. MYND: Erik Flaaris Johansen/NTB/Ritzau Scanpix
Sjálvur útlutanarhátturin hevur eisini verið fyri atfinningum. Eingin atkvøðugreiðsla var, og forsetin í norska fótbóltssambandinum, Lise Klaveness, sigur, at hátturin er ímóti reglunum hjá FIFA.
- NFF kann ikki taka undir við eini slíkari tilgongd, sum ikki samsvarar við eina góða, gjøgnumskygda og reglustýrda skipan, segði NFF-forsetin sambært ritzau.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV