Hansina Iversen, listakvinna: "Keðiligt hevur tað ikki verið" 

Hansina Iversen, listakvinna: "Keðiligt hevur tað ikki verið" 
Í dag hevur Hansina Iversen nógvar spennandi arbeiðsuppgávur, men soleiðis hevur ikki altíð verið, sigur listakvinnan í nýggjum dokumentari, sum verður sendur í kvøld
Mynd: Jónfinn Stenberg  
 
12.12.2024 - 15:15

“Tað hevur ikki altíð verið lætt, men keðiligt hevur tað ikki verið."

Soleiðis tekur Hansina Iversen samanum sum myndlistakvinna. Í dag eru uppgávurnar nógvar, og tær eru spennandi.

Men í nógv ár mátti Hansina Iversen átaka sær fyrifallandi arbeiði um kvøldarnar, eitt nú sum barrvørur og vaskikona, fyri at fáa endarnar at røkka saman, tí hon vildi virka sum listakvinna. 

 

“Tað hevur verið hesin brennandi áhugin - eitt lív og ein lívsstílur, eg ikki kann liva uttan. Arbeiðið er blivið ein so stórur partur av mær, at eg ikki hevði kunnað fungerað í gerandisdegnum, um eg ikki hevði myndlistina”, sigur hon.   

“Tað hevur ikki altíð verið lætt, men keðiligt hevur tað ikki verið."

Hansina Iversen, listakvinna

 

 

Í 2023 fekk hon størsta mentanarliga heiður, eitt listafólk kann fáa í Føroyum, Mentanarvirðisløn landsins.   

"Tað var einastandandi, og eg var púra eydnusom, tá eg fekk tað at vita. Tað er eitt blástempul at fáa, og mann merkir væl, at tað fylgjur ein virðing við, tá man hevur fingið Mentanavirðisløn landsins," sigur hon.

 

Abstrakta listin er ein stemningur

Hansina Iversen er útbúgvin myndlistakvinna, og er kend fyri síni abstraktu listaverk.

Á eini lestrarferð í New York fekk Hansina eyguni upp fyri abstraktu listini.  

 

"Eg fann okkurt, sum eg ikki visti, at eg hevði leitað eftir øll árini, eg gekk í skúla. Tað var ein onnur fysisk uppliving av málarínum. Heldur enn at endurgeva fysisku náttúruna, so endurgevur abstrakta listin menniskjaliga sinnið. Abstrakta listin er takknemlig uppá tann mátan, at hon fortelur ikki beinleiðis eina søgu. Tað er meira ein uppliving ella ein stemningur”, sigur Hansina Iversen.

Í sjónvarpsdokumentarinum "Hansina" fylgja vit Hansinu Iversen í gerandisdegnum og í atlierinum, har hon hugleiðir um list og lívið sum listakvinna í Føroyum.  


Hvat: Hansina
Hvar: Í sjónvarpinum og á KVF Sjón
Nær: Í kvøld eftir Dag og viku kl. 19.25, og tá tað passar tær á KVF Sjón

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 14. desember
Sunnudagstónar 14. desember 2025
201488
Sunnudag 14. desember
Ættirnar syngja og suða
201485
Sunnudag 14. desember
Bolero
201483
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta í Havnar kirkju
201482
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 14. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201481
Sunnudag 14. desember
Andaktin 3.sunnudag í advent
201480
Leygardag 13. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201454
Fríggjadag 12. desember
Veðrið
201444
Fríggjadag 12. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201424